Greinasavn »
Myndasavn »
Gerst kundi »
Lýsingar »
Vinnutíðindi
Tlf xxxxxxx
T-post:vinnut@com
Ábyrgd:
Óli M. Lassen
Útgevari:
MERCOM
Postboks 256
FO-700 Klaksvík
Konti:
Føroya Banka
Konta: 6460 1234567
Norðoya Sparikassa
Konta: 98654567898 |
Vælkomin til vinnutíðindi online
Tygum sita nú vit fyrsta eintakið av vinnutíðindum
og halda vit, at tað má vera pláss fyri einum miðili í hevur sum høvuðsuppgávu at lýsa vinnuviðurskiftir og tey fólk í starvast í vinnulívinum. Føroyska samfelagið og vinnufyritøkur standa frammanfyri stórum avbjóðingum í hesum døgum, har mestsum allaur heimurin bíðar eftir og vónar at tað verða glottar í heimsbúð-skapinum. Umhvørvið verður oftani tikið frám og har víst verður á, at neyðugt er at minka útlátið av vakstrarhúsgassum. Her á vinnutíðundum hava vit tikið hetta til okkum og fara vit bert at hava vinnutíðindi online og onga papírsútgavu.
Marknaðurin fyri fisk í botni
Vit hava tosa við reiðarar og
fiskaseljarar og siga teir seg ikki vita um so vanaligar prísir síðani vit fingu uppusølu av fiski í Føroyum. Tað er slett eingin marknaður fyri fisk og torført er at selja tær lastir í eru landaiðar. Henda støða hevur ført til at skipini ikki fara til fiskiskap aftur fyrrenn í januar.
Framvegis eingin loysn á Kósini »
Vinnutíðindi hevur skilt at útlitini fyri at flakavirkið Kósin opnar aftur innan stutta tíð. Verðandi eigarar hava í longri tið arbeitt við at endurfyggja feløgini hjá sær men gongur hetta ikki gott. Tískil eru útlitini fyri at Kósavirkið opnar í januar ikki góð |
Kappingin millum peningastovnar
Støðan í heiminum verður oftani lýst sum ein fíggjarkreppa íkomin av nøkrum vanaligum lánum veitt til ikki kreditverdugar sethúsaeigarar í USA men hugsast kann at peengaríkiligheitin í fíggjarheiminum og hátturin at løna stjórum v.m. er ein orsøk til hesa løgnu støðu. les alla greinina
Eystur evropa gloymdur marknaður
Berlinske Nyhedsmagasin vísir í grein á at Danskar fyritøkur heilt hava gloymt eystur evropa.
Fáa vit 1930´ini ummaftur
Vinnutíðindi hevur spurgt ein Klaksvíksing ið hevur stóran áhuga í búskaparsøgu um at greitt eitt sindur frá hvat hendi í 1929 - 1930´tá krakk var í Vall Street.
Kom kreppan óvart
Vit kunnu í dag spyrja um hendan kreppan kom óvart á okkum. Til hetta er at siga at kreppan kom óvart á fleiri leiðandi persónar í hesum samfelagnum. Peningastovnarnir hava oyst pening út til menn at keypa gamlar trolarar og línuskip, har risiko í hesum projektum mátti metast sum sera stór. Samstundis hava vit ein landsbankastjóra sum tosar um at kreppani ikki kemur at raka okkum. Men nakrar vikur mátti hann eta hesu orð í seg aftur og viðgánga at kreppan eisini rakar okkum. Ein persónur í hevur havt leiðandi starv í føroysku peninga-stovnunum í mong ár, hevur í fleiri ár víst á, at ein kreppa fór at koma. Politikkararnir hava somuleiðis liva í eini dreymaverð og skert blokkin so nógv, at nú tað kom eitt bakkast so hevur landskassin eitt háll uppá 100 tals milliónir.
Fara Føroyar á húsagang
Eftir viðgognd í samfelagnum gjøgnum tey seinastu árini og við brúkuligum landskassaroknskapum er støðan í dag soleiðis at eftir ogvusligar skerjingar í heildarveitingini frá Danmark les grein
|